Andstøðan í bíðistøðu

Sum skilst, so situr andstøðan á tingið situr á fundi í løtuni og kannar millum annað møguleikar at seta ein kanningarstjóra at kann málið um flyting av veiðiloyvum.

 

Til tað krevjast 14 atkvøður og kannað verður nú, um undirtøka fæst fyri tí.

 

Jenis av Rana segði í gjár við in.fo, at hann fór at skjóta upp, at ein kanningarstjóri bleiv settur og tað letur til, at tað verður møguliga brúkt nú.

 

Tað er tó lítið, ið bendir á, at tað verður brúkt. Sum skilst, so situr andstøðan og bíðar eftir hvat fer at henda og hvat verður eftir fundin hjá samgonguni.