Á middegi í gjár høvdu bæði Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum fund um fortíðina hjá løgmanni. Báðir flokkarnar skuldu umrøða, hvørja støðu flokkarnir skulu hava í málinum, og hvørji átøk skulu gerast. Andstøðan hevði, stutt undan blaðið fór til prentingar, ikki tosað nærmari saman um eina felags støðu í málinum.
Í bíðistøðu
Bæði formaðurin í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen og í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, siga, at sum støðan er í løtuni, so er andstøðan í bíðistøðu. Báðir andstøðuleiðararnir eru á einum máli um, at spurningurin um hvørjar politiskar avleiðingar fortíðin hjá løgmanni eigur at fáa, liggur í løtuni hjá samgonguni.
? Fyrst má løgmaður koma til eina niðurstøðu, sum hann eftir øllum at døma hevur gjørt. Síðan er tað flokkurin hjá løgmanni, og í triðja føri eru tað samgongufelagirnir hjá løgmanni, ið mugu gera av, um nakað skal gerast í málinum. Nústaðni tá, stendur andstøðan fyri tørni, sigur Jóannes Eidesgaard.
Andstøðuflokkarnir hava ikki umrøtt møguleikan fyri einum misáliti enn, og ein felags støða verður ikki tikin í málinum fyrr, enn tað gerst greitt, hvat samgonguflokkarnar ætla at gera við málið
Spentur
Í samband við málið um Jørgen Niclasen, valdi andstøðan at seta eitt misálit fram. Við misálitunum trýsti andstøðan serliga Tjóðveldisflokkin at taka støðu í málinum, og úrslitið varð, at Tjóðveldisflokkurin tók undir misálitinum við andstøðuni.
Kunnu vit vænta okkum eina endurtøku?
Tað dugi eg ikki at siga, tí vit hava framvegis ikki tosað við Sambandsflokkin, so tað er ilt at meta um í núverandi støðu, sigur Jóannes Eidesgaard
Persónliga sigur hann seg verða ómetaligan spentan, hvørja støðu Tjóðveldisflokkurin fer at taka í málinum. ? Málið er ein samanblanding av makt og morali, og tað verður spennandi at síggja hvørja síðu, Tjóðveldisflokkurin fer at taka. Hvat væntar tú? Satt at siga, so veit ikki, hvat Tjóðveldisflokkurin kemur fram til, sigur formaðurin í Javnaðarflokkurin.
Skaðað umdømið
Forkvinnan í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen, dregur somu línu sum formaðurin í Javnaðarflokkinum. Sambandsflokkurin skuldi umrøða avdúkingarnar í bókini, Skjót journalistin, á innanhýsis fundi í gjár, har flokkurin skuldi finna fram til eina felags støðu til málið.
? Persónliga haldi eg, at tað er óforsvarligt at hava ein løgmann sitandi við hasari fortíðini. Stóri trupulleikin liggur nú hjá Fólkaflokkinum og samgonguni. Velur samgongan einki at gera, so má andstøðan umhugsað sína støðu, greiðir Lisbeth L. Petersen frá.
Hon heldur at málið um fortíðina hjá løgmanni ger alt annað enn at pynta um umdømið hjá føroyingum uttanlands, og málið er enn ein stór riva í umdømið hjá føroyingum.










