Andstøðan aftur oman á í Íslandi

Nú 70 prosent eru tald, hevur íslendska stjórnin aftur mist meirilutan í Altinginum Tað ríður um snarið í Íslandi. Eingin ivi er um, at teir báðir stjórnarflokkarnir ? Sjálvstaðisflokkurin og Framsóknarflokkurin ? tilsaman hava havt afturgongd á altingsvalinum, sum var leygardagin. Spurningurin hevur verið, um teir fóru at megna at varðveita meirilutan í Altinginum, har tað eru 63 tingmenn.

Síðani tað klokkan 10 leygarkvøldið varð farið undir uppteljingina hevur meirilutin skift fleiri ferðir ímillum samgongu og andstøðu. Í løtuni er andstøðan omaná. Broytingin í mun til fyri einum tíma síðani er tann, at Samfylkingin hevur vunnið ein tingmann frá Sjálvstaðisflokkinum. Harvið hava stjórnarflokkarnir 31 tingmenn tilsaman, og andstøðuflokkarnir hava 32 tingmenn.

70 prosent av atkvøðunum eru taldar.

Í nøkrum av teimum seks valdømunum er liðugt at telja og úrslitið greitt. Tað ríður framvegis um snarið, og tað skulu flytast fáar atkvøður fyri at Sjálvstaðisflokkurin skal vinna ein mann afturat, og Samfylkingin skal missa ein mann.

Í løtuni er tingmannabýtið hetta: Framsóknarflokkurin 7 (-5), Sjálvstaðisflokkurin 24 (+2), Frælslyntu 4 (0), Samfylkingin 19 (-1) og Vinstru-grønu 9 (+4).