Andsperran gjørdi um seg

Gomlu Kyndils-spælararnir fóru gjøgnum 80 minuttir móti ungu vestmenningunum. Og komu loksins av vøllinum sum vinnarar

Tað var ikki meira, enn gomlu Kyndils-spælararnir orkaðu at ganga hósmorgunin.

- Hatta var óluksáliga hart, men stuttligt, vóru fyrstu orðini, sum Jónleif Sólsker hevði at siga, tá vit høvdu hann á orði.

Tá tit fóru inn til dystin. Høvdu tit tá nakran tíð trúnna uppá, at tað skuldi bera til at vinna á VÍF?

- Ja, tað haldi eg. Vit vita í øllum førum, hvat vit duga. Samstundis vistu vit eisini, at vestmenningar vóru nakað skerdir. Eitt nú var Áki Olsen ikki við, og tað gjørdi sjálvandi okkara uppgávu nakað lættari. Vit royndu so at spæla dystin í okkara tempo, og sjálvt um tað ikki var serliga høgt, so megnaðu vit alla tíðina at fylgja við.

Og sum dysturin gekk, so gjørdust vestmenningarnir kanska eisini meira frustreraði enn tit?

- Ja, tað haldi eg. Teir høvdu nokk væntað, at hetta var ein avgreiðsluspurningur. Størsti fyrimunurin hjá okkum í so máta var helst, at vit allir hava ríkiligt av royndum. So hóast spenningurin var stórur, so hildu vit alla tíðina høvdið kalt.

Fleiri av spælarunum hjá fremstu Kyndils-liðnum vórðu sitandi í høllini alt kvøldið. Og eftir dystin vóru teir á einum máli um, at teir ikki ynsktu at møta hesum gomlu garpunum í hálvfinaluni. Eitt sjónarmið, sum Jónleif tó als ikki var samdur í.

- Hjá mær er tað týdningarmesta, at Kyndil sleppur í finaluna. Og hittast bæði liðini í hálvfinaluni, so fáa vit heilt víst eitt lið í finaluna. So tað er ein støða, sum eg einki havi ímóti, sigur Jónleif Sólsker.