Andsagnir og bláoygni

- aftursvar til Sjúrð Skaale

Uni Arge
------
Skrivaði í kronikk í Sosialinum fríggjadagin 3. juni undir heitinum "Grundlóg til nútíðina ella gamalt heimastýri," at Sjúrður Skaale í roynd og veru mælir til, at føroyingar, tá teir skulu samtykkja egna stjórnarskipan, skulu av húsum at velja heimastýrislógina. Skrivaði eisini, at hetta má vera mest bakstrembandi sjálvstýrisátakið í Føroyum nakrantíð.
 
Hetta skrivaði eg, tí Sjúrður sjálvur hevur nevnt í bløðunum, at heimastýrislógin í 63 ár er vorðin legitim, hóast fólkið ongantíð hevur samtykt hana, og at tey, sum annars myndaðu ein meiriluta fyri loysing í 1946, eru deyð. Farvæl, tit deyðu, hatta var tað, sigur Sjúrður Skaale. Nú er heimastýrislógin galdandi, og hana skulu vit so velja sum legitima.
 
Spyrji bara, hvat maðurin ætlar. Vil hann fastfrysta Føroyar í status quo, ella vil hann flyta Føroyar inn í eina framtíð við nógv størri virkisføri, enn avoldaða heimastýrislógin gevur? Vil hann ganga frá fatanini um, at føroyingar frá upphavi eru sjálvstøðugt fólk, ið av egnum vilja hevur tolt samstarv við onnur lond? Fái ikki samanhang í grundgevingar hansara, og tí spyrji eg.
 
Fólksins vald
Sjúrður setir í sínum aftursvari til mín fleiri punkt upp, ið tykjast greið. Skjótt er tó at síggja, at tey eru andsagnir, ið á ongan hátt hanga saman. Hann proklamerar í fyrsta punkti, at Føroyar virða teir sáttmálar, ið eru galdandi. Við hetta meinast, at vit skulu taka undir við donsku grundlógini og heimastýrislógini, sum føroyingar annars aldrin hava samtykt á fólkaatkvøðu.
 
Hann sigur í næsta punkti, at Føroya fólk hevur fullan rætt at siga upp hesar sáttmálar. Jú, tað kunnu føroyingar saktans samtykkja fyri sær sjálvum, men trýr nakar í fullum álvara, at hetta hevur nakran týdning, tá betongjuristarnir í danska løgmálaráðnum fara at proklamera, at føroyingar hava brúkt sín sjálvsavgerðarrætt til at samtykkja grundlógina og heimastýrislógina?
 
Sjúrður sigur í triðja punkti, at ongin lóg skal setast í gildi fyri Føroyar uttan okkara samtykki. Hetta er tann størsta andsøgnin í hansara argumentatión. Í fyrsta punkti hevur hann sagt, at grundlógin og heimastýrislógin longu eru í gildi. Hvussu kunnu tær vera legitimt evsta vald í Føroyum, tá ongin lóg kann setast í gildi uttan fólksins samtykki, og fólkið ikki hevur samtykt grundlógina ella heimastýrislógina?
 
Eisini nevnir Sjúrður í fjórða punkti, at alt vald er hjá Føroya fólki. Ja, latið okkum fara upp á allar trappusteinar og kunngera hetta, tá vit í egnari stjórnarskipan hava staðfest ta 160 ára gomlu donsku grundlógina sum evstu lóg í Føroyum og ta 63 ára gomlu heimastýrislógina sum hægri lóg enn okkara egnu stjórnarskipan. Tá er ov seint at standa á trappusteinum og rópa.
 
Í fimta punkti sigur Sjúrður, at vit hava fullan rætt at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki. Fínasta slag. Betongjuristarnir í danska løgmálaráðnum, ið lesa donsku grundlógina sum rættina, ið Føroyar ikki kunnu fara útum, og sum tí brúka hana sum eina ófrælsislóg ímóti Føroyum, eru líkaglaðir við hetta, tá føroyingar hava valt donsku grundlógina sum sína evstu lóg.
 
Sjálvræði landsins
Samanumtikið er Sjúrður Skaale støðuleysur og bláoygdur í síni argumentatión, og henda leið hansara er óforsvarlig. Eri fullgreiður um, at orðaskiftið um hesi viðurskifti kann tykjast formalistiskt, men veruleikin er, at rættarfatanin í Danmark av viðurskiftunum við Føroyar er antipragmatisk og fundamentalistisk, eins og løgfrøðingarnir Kári á Rógvi og Bárður Larsen hava víst á.
 
Vit kunnu ikki gera donsku rættarfatanina til okkara, bara tí stívrendir danskir juristar og Lars Løkke Rasmussen krevja hetta. Vit eiga tvørturímóti at halda fast við okkara egnu definitión av viðurskiftunum, sum er, at vit av siðvenju hava samstarvað við onnur lond, men at onki kann sløkkja sjálvræði landsins. Júst hetta um sjálvræðið hevur fyrr staðið í stjórnarskipanaruppskotinum. Hví er tað burtur?
 
Sjúrður Skaale og hinir í stjórnarskipanarnevndini, ið taka undir við hansara sjónarmiðum, hava skyldu til at siga okkum, um vit samtykkja donsku grundlógina og heimastýrislógina, tá vit skulu atkvøða um stjórnarskipanina. Teir hava eisini skyldu til at siga okkum, um ein proklamatión kemur úr Danmark um, at Føroya fólk hevur givið seg undir donsku ríkiseindina, tá stjórnarskipanin er samtykt.
 
Um hetta er støðan, eigur stjórnarskipanin ikki at verða samtykt, tó at restin av henni er væl gjørt arbeiði.