Í sambandi við eina kølistevnu í Odense í seinastu viku, varð skipað fyri Danmarksmeistaraheiti í kølitøkni. Har var eisini ein føroyingur við í kappingini og tað var Andru Emil Jensen, ið er í læru kølitøkningur hjá Vika Industry í Havn og hann fekk eitt heiðursligt annaðpláss í kappingini.
Andru Emil er fyrsti lærlingur innan kølifakið í Føroyum, og tað tykist sum um at fakið er í góðum hondum.