Andriulyte aftur í Neistanum

29 ára gamla Lina Andriulyte skal nú aftur spæla við kvinnuliðnum hjá Neistanum. Lina kom til Føroya í 2003, og spældi hon tá við neistanum, men síðani hevur hon spælt við Sóljuni og Kyndli. Neistin skrivar á heimasíðu sínari, at tey eru fegin um, at Lina nú aftur er partur av hópinum, og at hetta er ein stórur styrkur fyri bakketuna hjá liðnum.