Andrias var skjótastur

Andrias Hansen úr Havn hevur bert runnið í eitt ár, men tað eydnaðist honum at koma fyrstur á mál, tá Tórshavn Marathon varð runnið sunnudagin

Marathon

 

Við tíðini 2.49,54 eydnaðist Andrias at renna seg til gull á gott 42 kilometra drúgva teininum. Honum á baki komu Sam Vang og Johan Havn, sum leingi hildu stutt tjóður í Andriasi, men sum tó máttu geva skarvin yvir at enda. Hjá kvinnunum var Fríðunn Stenberg fyrst á mál.

Eisini varð kappast í hálvum marathon, og her varð Michael Feldballe úr Bragdinum fyrstur á málið hjá monnunum, meðan Katrin Rubek Nielsen var skjótasta kvinnan um málið.

Kappingin varð eisini býtt í aldursbólkar, soleiðis at heldur meira tilkomnu rennararnir kappaðust sínamillum. Aðrastaðni her á síðuni sæst, hvørjir fremstu rennararnir í hvørjum bólki vóru. Og her sást eisini, at aldurin ikki nýtist at vera nøkur forðing. Ann Thomsen, sum tók lut í bólkinum, 40+, rann nevnliga hálva marathon-teinin skjótari, enn skjótasta kvinnan í »vanliga« bólkinum.

Og tað sama varð galdandi á mannfólkasíðuni í hálvum marathon, har skjótastu menninir vóru skjótari enn yngru kappingarneytarnir.

 

Fakta

 

1/2 marathon, kvinnur 16-39

Nr Rennari Tíð

1 Katrin Rubek Nielsen, Tórshavn 1.56,06

2 Árna Helmsdal, Bragdið 1.57.00

3 Eyðna Kjartansdóttir, Tórshavn 1.58,29

 

1/2 marathon, kvinnur 40+

1 Ann Thomsen, Bragdið 1.49,19

2 Kristina Samuelsen, Bragdið 1.53,21

3 Frida Poulsen, Bragdið 2.04,43

 

1/2 marathon, menn 16-39

1 Michael Feldballe, Bragdið 1.30,05

2 Anton Højgaard, Glyvrar 1.33,53

3 Rasmus Nielsen, Tórshavn 1.37,05

 

1/2 marathon, menn 40+

1 Regin Zacahariasen, Bragdið 1.22,49

2 Absalon Hansen, Bragdið 1.27,56

3 Jonhard Larsen, Treysti 1.28,37

 

Marathon, kvinnur 18-29

1 Fríðunn Steinberg, Treysti 4.03,26

 

Marathon, kvinnur 40+

1 Ingrid Bærentsen Paturson, Bragdið 4.09,29

2 Lydia Gardar, Bragdið 4.17,55

3 Birita Lassen, Tórshavn 4.22,46

 

Marathon, menn 18-39

1 Andrias Hansen, Bragdið 2.49,54

2 Sam Vang, Bragdið 2.54,51

3 Johan Havn, Treysti 3.02,55

 

Marathon, menn 40-49

1 Cecil Weihe, Bragdið 2.55,11

2 Borgar Biskopstø, Treysti 2.57,56

3 Sigurð B. Justinussen, Bragdið 3.01,38

 

Marathon, menn 50+

1 Jósvein Herup Olsen, Bragdið 3.20,16

2 Tummas Joensen, Treysti 3.37,07

3 Óli Olsen, Bragdið 3.49,49