Tað varð Andrias Hansen úr Bragdinum, ið kom fyrstu á mál, tá rennikappingin Top Run sunnudagin bleiv hildin á 15. sinni. Við tíðini 44.02 minuttir var hann væl frammanfyri sínar kappingarneytar, og var enntá einans ein minutt frá metinum á teininum, ið Marnar Djurhuus eigur. Tað skrivar fif.fo.
Nummar tvey í bólkinum hjá monnum undir 40 ár gjørdust Dánjal Dahl Ljósheim við tíðini 51.28, meðan Hans Erland Thomsen gjørdist nummar trý við tíðini 54.01
Nærmasti kappingarneytin hjá Andrias Hansen var tó at finna í aldursbólkinum hjá monnum yvir fjøruti ár, har Martin Gravesen vann bólkin við tíðini 47.01. Kappingin var eisini munandi meira spennandi í eldra bólkinum, har Sam Vang gjørdist nummar tvey við tíðini 48.57, meðan Hjalmar Sjóvará gjørdist nummar trý við tíðini 49.34.
Hjá kvinnum var tað Sigrun Kallsoy Kristiansen úr Bragdinum, ið varð fyrst á mál, tá hon var ein hálvan minutt frammanfyri nummar tvey. Vinnaratíðin var 1.00.59, meðan Inga Thorkildshøj varð nummar tvey við tíðini 1.01.30. Nummar trý varð Herdis Ludvig við tíðini 1.05.36.
Hjá kvinnum yvir 40 ár vann Petra Weihe Mikkelsen við tíðini 1.04.10, Elisabeth Larsen gjørdist nummar tvey við tíðini 1.06.48 og Heidi Jógvansdóttir kom á mál sum nummar trý við tíðini 1.07.35.
Kelda: fif.fo










