Føroya Banki var saman við Føroya Tele høvuðsstuðul á Planet Awards. Á heimasíðu bankans hava vitjandi seinastu tíðina kunna luttikið í kappingini um at vinna ein Gretch Electromatic el-gittara og 25 atgongumerkir til Planet Awards á Hotel Føroyum. Ikki færri enn 1.300 fólk vóru við í kappingini, og millum hesi varð drigið lut um vinningarnar. Hepni vinnarin av gittaranum 18 ára gamli strandingurin,
Andrias Gærdum fekk gittaran handaðan av Johnny í Grótinum leiðara av menning og samskifti í Føroya Banka á sjálvum galla tiltakinum í Hotel Føroyum. Johnny í Grótinum segði seg vóna, at gittarin fór at verða brúktur til at skapa nýggjan tónleik á.
Tað er so í øllum førum eingin ivi um, at hepni vinnarin fekk íblástur í ríkiligt mát á Planet Awards tiltakinum, tí har sá hann nakað av tí fremsta innan føroyskan tónleik framføra, og hvør veit, um vit um nøkur á uppliva Andrias Gærdum millum nøvnini, ið vinna planetir á Planet Awards.