TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 aftaná 16-24 tapið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í HM-undankappingardystinum ímóti Íslandi í høllini á Hálsi í Havn.
Andrias F. Hansen staðfestir, at Ísland er eitt betri lið enn Føroyar, men hann iðrar seg um, at føroyska liðið ikki var á odda í steðginum, tí føroyska liðið hevði nóg mikið av opnum málmøguleikum til at verða frammanfyri, tá liðini fóru til hálvleiks.
Á plusssíðuni er Andrias F. Hansen tó serliga væl nøgdur við føroyska verjuspælið í fyrra hálvleiki, tá íslendingar bert fáa níggju mál, og heldur Andrias ikki, at íslendska liðið kom til nógvar opnar málmøguleikar.
Í annaðkvøld klokkan 18 spælir føroyska liðið tann triðja og seinasta HM-undankappingardystin ímóti Eysturríki, sum ikki er langt frá tí íslendsku styrkini. Andrias F. Hansen sigur, at í dystinum í morgin fara aðrir leikarar at fáa møguleikan, tí nógv hevur hingið á teimum føroysku leikarunum, ið hava stríðst manniliga ímóti Makedonia og Íslandi í dag og ígjár.