Andrias skoraði sigursmálið ímóti Liverpool

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir á U18 liðnum hjá AFC Sunderland vunnu á Liverpool í dag

Andrias Edmundsson gjørdist sigursmálskjútti tá U18 liðið hjá AFC Sunderland á heimavølli vann 2-1 á Liverpool fyrr í dag.

 

Sunderland kom á odda 1-0 stutt undan steðginum tá Sam Greenwood skoraði uppá brotsspark. Glen McAuley javnaði fyri Liverpool uppá brotsspark tá ein tími var spældur av dystinum.

 

Leingi sá dysturin út til at fara at enda við javnleiki 1-1, men tá tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini tryggjaði Andrias Edmundsson AFC Sunderland øll trý stigini, tá hann skoraði við einum góðum stútara.

 

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir eru nummar seks í U18 Premier League við 28 stigum fyri 19 dystir.