Andrias og Wisla Plock halda vetarfrí á fimta plássinum

Tað eydnaðist Wisla Plock at vinna stórsigur í dag

Seinastu umførini hevur gingið illa í hond hjá Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Wisla Plock í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Undan dagsins dysti á heimavølli móti Warta Poznan hevði Wisla Plock bert vunnið trý stig í teimum seinastu seks dystunum.

 

Í dag gekk sum eftir ánni hjá Wisla Plock, ið vann stórsigur 4-0 á Warta Poznan. Í steðginum var heimaliðið á odda 2-0.

 

Piotr Krawczyk við tveimum málum, Krystian Pomorski og Dominik Kun syrgdu fyri málunum í stórsigrinum. Andrias spældi allan dystin.

 

Wisla Plock heldur vetrarferiu á einum fimta plássi við 33 stigum. Fýra stig eru upp til Arka Gdynia, ið er á øðrum plássinum sum gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina.

 

Liðini sum enda á endastøðunum millum nummar trý og seks aftaná lokið grundspæl spæla uppflytingardystir.

 

Kappingin í næstbestu pólsku deildini byrjar aftur 15. februar.