Andrias og liðfelagarnir eru nú fjórðfremst

Chojniczanka vann á heimavølli og er nú fýra stig frá einum beinleiðis uppflytingarplássi

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka spældu í dag dyst á heimavølli í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini móti Stomil Olsztyn.

 

Tað eydnaðist Chojniczanka at vinna dystin 1-0. Sigursmálið skoraði japanski miðvallarin, Hide Vitalucci tá tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Chojniczanka er nú fjórðfremst í deildini við 37 stigum. Chojniczanka hevur bert fýra stig upp til annað plássið, ið gevur beinleiðis uppflyting til næstbestu deildina. Á øðrum plássinum hevur Pogon Siedlce 41 stig. Kotwica Kolobrzeg er fremst við 42 stigum, so tað er sera tætt í oddinum.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Chojniczanka uttan Andrias Edmundsson - ið tá er partur av føroyska hópinum sum spælir móti Liktinstein í Marbella - móti Skra á útivølli.

 

So er at vóna, at Chojniczanka megnar at vinna uttan tann føroyska verjuklettin.