Andrias og Jákup: NSÍ vann uppiborið

(Rás2) Hoyr Andrias H. Eriksen og Jákup á Borg seta orð á vónbrotið hjá B36

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi beinleiðis á Rás2 við Andrias Eriksen, verjuspælara hjá B36 aftaná B36 hevði tapt steypafinaluna ímóti NSÍ.

 

2) Samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36 aftaná B36 hevði tapt steypafinaluna ímóti NSÍ.

 

Báðir eru sera vónbrotnir um úrslitið, og báðir halda, at tað var uppiborið, at NSÍ vann.

 

-Vit eru øgiliga vónbrotnir. Vit mugu staðfesta, at mótstøðumenninir vóru sera raskir, og at teir taktiskt vóru sera væl skipaðir. Teir lógu tættir í okkara lyklaspælarum Róaldi Jakobsen og Lukasz Cieslewicz, og tað eydnaðist teimum væl at seta teir báðar út av spælinum, sigur Jákup á Borg.