Andrias og Bjørk føroyameistarar

Andrias Hansen og Bjørk Herup Olsen gjørdust føroyarmeistarar á 10 km teininum hjá monnum og kvinnum týskvøldið

Runnið varð í allar fægrastu líkindum í Runavík, og 30 luttakarar vóru við í kappingini, sum eisini var 4. umfar í Grand Prix kappingini fyri vaksin. Í samlaðu Grand Prix kappingini liggur Andrias Hansen fremst hjá monnum við 154 stigum, Sam Vang hevur 134 og Jan Elmar Sørensen hevur 114. Bjørk Herup Olsen er fremst hjá kvinnum. Hon hevur vunnið allar kappingarnar og hevur 160 stig. Rebekka Fuglø hevur 132 og Susan Jacobsen 101.