Foreldur Andriasar vóru Ata fødd Mouritsen úr Sørvági og Niels Jacob Nielsen úr Sandavági, pápan misti Andrias, tá hann var 2 ára gamal. Andrias giftist Fíu í 1942, Fía Johansen var eisini úr Sandavági, hon doyði í 1991, børn teirra eru Ninna, Tóra og Jóanis, sum øll búgva í Sandavági, abbabørnini eru 11 og langabbabørnini eru 17 í tali.
Andrias fór sum blaðungur til skips, tá við deyðsiglara, hann tók skiparaútbúgving í 1942, silgdi mest við trolarum, nevnast kunnu Venus, Stella Argus, Jóannes Fonsdal, Magnus Heinason, Gadus í Norra, Hamrafossi, Research og seinast við rækjutrolaranum Norðstjørnuni, har hann var sín seinasta túr til skips í 1984. Í bókini “Skakandi tilburðir” greiðir Andrias frá hendingum á sjónum, m.a. tá hann fór fyri borð av Gadus og lá í sjónum í umleið ½ tíma, tað var hálvmyrkt tá hendingin fór fram uppi við Bjarnoynna, men tíbetur spældi tað væl av.
Tá Andrias, eftir at hava silgt í útvið eina hálva øld, legðist uppi í 1984, fór hann at arbeiða á flakavirkinum Snarfrost, har hann arbeiddi í saltfiskinum, til hann gavst sum 67-ára gamal.
Sum frítíðarítriv fekst hann við at hava heimaseyð, tað hevði hann so leingi, sum hann orkaði at fáast við tað.
Andrias lesur nógv, fylgir væl við hvat fyriferst í samfelagnum, er sera áhugaverdur at práta við, minnist væl og kann tí greiða frá nógvum, heilt aftur til barnaárini.
Tey seinastu árini hava beinini svikið, sinnalagið hevur altíð verið gott og er tað enn, tveir dagar um vikuna er hann til ítriv á Sýnini, sum hann er sera glaður fyri.
Nú Andrias rundar tey níti verður ynskt honum hjartaliga tillukku við degnum.
j.