Andrias í harðari kapping

Kappingin um at sleppa hundasletutúr til Noregs er hørð. Serliga kappast Andrias Reinert Hansen við ein ávísan danskara

Í løtuni ber til hjá fólki kring allan heimin at melda seg til kappingina Fjällräven Polar 2014. Átta persónar, sum almenningurin hevur atkvøtt fyri, sleppa á hundasletutúr í Noregi í apríl mánaði næsta ár.

 

Í farnu viku skrivaði in.fo um 20 ára gamla Andrias Reinert Hansen, sum er við í kappingini. Hann kappast eins og tá serliga við ein danskara, Søren Hauris Larsen.

 

Danskarin hevur seinastu dagarnar verið í donskum fjølmiðlum og kært sína neyð, tí hann heldur, at føroyingar alt ov ofta vinna kappingar, har til ber hjá almenninginum at atkvøða. Tað hevur eisini givið honum nakrar atkvøður afturat.

 

Men enn førir 20 ára gamli Andrias Reinert Hansen við næstan 250 atkvøðum.

 

Tó kennir hann seg ikki heilt tryggan í enn, at hann fer at fáa fleiri atkvøður enn Søren Hauris Larsen, og tað fekk hann at skriva eini boð á Facebook fyri nøkrum døgum síðani, tá 230 atkvøður vóru á muni:

 

- Nú eru tað bert 230 stemmur á muni. Millum meg og danan. So nú má stemmast!, skrivar Andrias Reinert Hansen.

 

Til ber at atkvøða fram til 14. desember, tá nøvnini á teimum átta fólkunum, sum sleppa á hundasletutúrin Fjällräven Polar 2014, verða kunngjørd.

 

 Til ber at atkvøða her

 

 Les eisini:  Føroyingar oyðileggja allar kappingar