– Menniskjan er ein sosial vera.
Soleiðis byrjaði dómsnevndin grundgevingarnar til, at filmurin hjá Andrias Høgenni vann heiðurin ársins Geytavinnari 2019.
Filmurin hjá Andriasi Høgenni er tvær kvinnur, sum lesa í Keypmannahavn. Tær hittast í einum Føtex-handli – og vit síggja beinanvegin, at onnur kvinnan roynir sleppa undan at møta hinari. Vit fáa at vita, at orsøkin er, at hendan kvinnan hevur blokkerað hana á Facebook, og tá hon sigur henni orsøkina, gerst hon ógvuliga hørm, og søgan fær ein fatalan enda.
Í grundgevingini sigur dómsnevndin, at metingarnar at finna ein geytavinnara byggja á søgu, filmiskt frásøgusnildi og tøkni.
– Dómsnevndin er samd um ein vinnara, sum livir upp til øll hesi krøvini. Filmurin er so hegnisliga gjørdur, at hann heldur forvitni inntakt, tí hann balanserar ímillum at vera komiskur og tragiskur, samstundis sum søgan er merkt av eini menniskjansligari skroypiligari javnvág og geografiskari bíðistøðu, sum skerpar støðuna, segði Birgir Kruse, formaður í dómsnevndini. Og hann helt fram:
– Hvussu ofta hevur tú ikki roynt at sleppa undan at møta einum persóni í eini gerandisstøðu, sum til dømis til handils? Orsøkin kann vera at finna langt undan, tá eitt gerandisval, sum tú tá gjørdi, nú fær fylgjur. So nógv hava meldað til Geytan, at vit kunnu við vinnaranum í dag í huga spyrja, hvat er tað sum blokkerar fyri tí góðu søguni. Hon er ikki søgd í breiðum formati, men í 4x3 formati. Søgan lendir inni á tí mest sosiala, sum sosiala menniskjan tekur sær fyri, Facebook
Vinnarin er: »Ikki illa meint«, hjá Andrias Høgenni










