Týskvøldið hevur 25 ára gamli Andrias Blaasvær konsert í Auluni í Finsen í Havn.
Andrias var solistur á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri farna vikuskiftið. Konsertin er í tveimum pørtum. Fyrra helvtin er tónleikur, sum er skrivaður til soloviolin, meðan seinna helvtin er tónleikur fyri violin og klaver.
Andrias byrjaði at spæla violin sum 12 ára gamal. Nú gongur hann á øðrum ári av kandidatinum á danska musikkonservatorinum.
Hann hevur spælt við millum annað Danmarks Radio, Kongaliga Kapellinum, Copenhagen Phil, Underholdningsorkestret og er fastur limur av det Danske Ungdomsensemble, Manus kvartett og Føroya Symfoniorkestri.