Andrias Høgnason Eriksen, sum fríggjakvøldið spældi sín dyst nummar 200, feiraði runda talið við at skriva nýggjan sáttmála, boðar B36 frá á heimasíðuni.
- Liðskiparin hjá B36 hevur, síðani hann í 2014 kom á besta liðið hjá B36, verið fastur maður í hópinum. Størsta partin sum partur av teimum fyrstu ellivu í byrjunaruppstillingini. Seinastu tvey árini hevur Andrias eisini verið liðskipari hjá okkum, og tað verður hann ætlandi í rúma tíð afturat. Andrias hevur nevnliga skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fram til og við 2023, og hetta eru vit í felagnum ovurfegin um, skrivar b36.fo
B36 spælir leygardagin klokkan 17 móti AB á Argjum. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.