Føroyska U21-landsliðið tapti heili 1-6 í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli ímóti Finnlandi í kvøld.
Ein av leikarunum, ið spældi við í hesum stóra tapi, var liðskiparin Andrias Høgnason Eriksen. Eftir dystin greiddi Andrias frá, at Føroyum í stórum løtum spældi fínt, men samstundis vóru ov nógvar løtur, har føroyingarnir ikki vóru nóg árvaknir. Hann nevnir eisini, at bæði liðini høvdu eins nógvar kjansir, men kortini gjørdist munurin á liðnum heili fimm mál.
Eisini sigur Andrias Eriksen, at hann ikki heldur finska liðið vera nakað serliga gott - finnar vóru bara meira kyniskir. Landsliðsliðskiparin heldur eisini, at føroyska liðið stendur væl ein stóran part av dystinum, men kortini verða seks mál latin inn - tað hevur hann ilt við at skilja.
Ljóðsamrøðan, ið Hilmar Jan Hansen gjørdi við Andrias Eriksen eftir dystin ímóti Finnlandi kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini)










