Fótbóltslagið í góðveðrinum á Svangaskarði er so gott, sum tað ikki hevur verið leingi. Síðsta bríksl hevur verið, og máltalvan vísir 2-1. Hetta sá leingi út til at verða triði dystur á rað, at B68 vinnur og uttan at mótstøðuliðið fær bóltin framvið nýggja málverjanum Róa Mørk Hentze. Men í síðsta minutti drønstútaði Árni G. Olsen bóltin í B68 málið eftir fríspark úr vinstru, og so varð tað heilt spennandi í teir fimm minuttirnar, ið dómarin legði aftrat. Bárður Olsen legði fleiri sendingar í B68 brotsteigin, har tað var nógv fólk, men tað eydnaðist ikki at skora.
Toftamenn hava nú lagt seg undir liðina á EB/Streymi, sum hevur 15 stig. Málmunurin hjá EB/Streymi er frægari, enn hann er hjá B68.
Toftamenn vóru omaná mest sum alla tíðina. Samanspælið hekk betur saman, og heimamenninir vóru grammari í nærdystunum.
Esmar P. Clementsen, sum higartil í ár hevur verið sera eyðsýndur, varð undan vikuskiftinum flogin heim úr Danmark, har hann er undir útbúgving. Hann var ógvuliga væl upplagdur, og tað var hann, sum átti uppleggið, tá ið B68 fimm minuttir undan steðginum legði seg á odda. Esmar sneiddi seg fram í vinstru, og tá ið hann legði bóltin flatt í brotsteigin, vóru bæði Steffan A. Løkin og Andri Benjaminsen í góðari støðu. Tað var Andri Benjaminsen, sum setti bóltin í málið.
Og miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru B68 og Andri Benjaminsen aftur upp á spæl. Heimaliðið hevði álop í høgru, Andri Benjaminsen sneiddi inn ímóti miðverjuni, og tá ið hann var 17 metrar úr málinum og fekk høvi at smekka til, so tók hann av og sendi við vinstra beini bóltin framvið mótstøðumonnunum og í ein boga í nettakið í handara borði.
B68 venjarin Øssur Hansen er fegin:
-Fyrri hálvleikur er besta avrikið, sum vit hava víst higartil í ár. Vit spældu við góðum toli og við sjálvsáliti og neyvleika, og vit myndaðu møguleikarnar, sum skuldu tit fyri at vinna. Andri Benjaminsen skoraði tvey góð mál, og Esmar P. Clementsen var sera væl upplagdur í uppspælinum, sigur Øssur Hansen, venjari hjá B68, í samrøðu við Hera Simonsen á FM1.
Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi, er vónbrotin:
-Um vit vóru heilt hepnir, so kundu vit havt skorað eitt mál aftrat og harvið vunnið eitt stig. Men tá ið vit taka alt undir einum, so kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at toftamenn vóru stak væl upplagdir, og at teir høvdu uppiborið at vinna, sigur Jákup Martin Joensen.
B68 – EB/Streymur 2-1 (1-0)
1-0: Andri Benjaminsen 40.
2-0: Andri Benjaminsen 71.
2-1: Árni G. Olsen 89.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
B68: Rói Mørk Hentze – Tonni J. Thomsen, Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Jákup Andrias Gaardbo (Ari Johannesen, 79.) – Bárður Ó. Jensen, Jann Ingi Petersen (Haraldur R. Højgaard, 83.) – Andri Benjaminsen (Helgi Johannesen, 88.), Lukasz Cieslewicz, Esmar P. Elementsen – Steffan A. Løkin
Gult kort: Rói Mørk Hentze, Esmar P. Clementsen
Venjari: Øssur Hansen
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Heðin Klakstein, Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Ári Arge – Elias Moustage (Arnbjørn Hansen, 67.), Bárður Olsen – Niklas T. Kruse (Jóhann Hansson Joensen, 60.), Tóki H. Johannesen (Jákup Hummelang, 77.), Símun Sólheim – Ronni Møller-Iversen
Gult kort: Andras Ó. Olsen
Venjari: Jákup Martin Joensen