Andri og Fjölnir skulu spæla upp til fimm uppflytingarfinalur

Í uppgerðunum millum Fjölnir og Víking Reykjavík verður spælt best av fimm dystum

Mynd: Fjölnir

Skráin er nú løgd fyri føroyska málverjan, Andri Kristianson Hansen og hinum í Fjölnir nær teir skulu spæla uppflytingarfinalur móti Víkingi Reykjavík um rættin at spæla í bestu íslendsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Spælt verður best av fimm dystum, har Víkingur fær triðja heimadystin um neyðugt verður við fimm dystum. Víkingur endaði næstfremst í grundspælinum og fær tí tann fyrimunin. 

 

Uppflytingardystirnir skulu avgreiðast millum 25. apríl og 7. mai. Tað vera bara tríggir dagar millum hvønn dystin. 

 

Týsdagin 25. apríl: Víkingur – Fjölnir

Fríggjadagin 28. apríl: Fjölnir – Víkingur

Mánadagin 1. mai: Víkingur – Fjölnir

Hósdagin 4. mai: Fjölnir – Víkingur

Sunnudagin 7. mai: Víkingur – Fjölnir

 

Mynd: Fjölnir