Núj er tað greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu føroyingarnir fara at verða, sum fara at standa á Tórsvølli í kvøld, tá ið Tú alfagra land verður spældur, og italsku heimsstjørnurnar fara at verða mótstøðumenninir.
Í Sosialinum í gjár varð roknað við, at Christian Lamhauge Holst fór at verða fremsti maðurin. Tað verður hann ikki. Fremsti føroyingurin í kvøld verður Andrew av Fløtum. Annars verður uppstillingin soleiðis, sum roknað varð við:
Jákup Mikkelsen - Atli Danielsen, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, Marni Djurhuus - Jákup á Borg, Mikkjal Thomassen, Súni Olsen, Christian Høgni Jacobsen - Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum.
Fyrsta bríkslið verður klokkan 19.45.