Andrew tykist vera væl fyri

Meðan Jón Rói Jacobsen ikki enn hevur luttikið í venjingardystunum hjá Frem, so vísti føroyski álopsspælarin í Fremad Amager týskvøldið, at máltevið framvegis er í lagi

Fyrsta umfarið í næstbestu donsku deildini verður annað vikuskiftið. Annan sunnudag bresta føroysku útisetafeløgini Frem og Fremad Amager saman á heimavøllinum hjá Frem í Valby.
Feløgini fyrireikað seg í hesum døgum. Bæði Frem og Fremad Amager hava spælt venjingardystir. Jón Rói Jacobsen hevur ikki verið á liðnum hjá Frem enn. Hann hevur tó verið til venjingar. Nógvar útskiftingar hava verið í Frem, og ungu føroysku spælararnir  Jónas þór Næs og Gunnar Nielsen  hava fingið høvi at royna seg.
Í vinardystinum í Herfølge vann Frem 2-0. Tá var Jónas þór Næs á vøllinum í 2. hálvleiki. Tá ið Frem á heimavølli vann 4-1 á Næstved, sum fyrr í summar flutti niður úr næstbestu deildini, vardi Gunnar Nielsen Frem málið í 2. hálvleiki.
Fremad Amager spældi týskvøldið á útivølli ímóti AB. Akademisk Boldklub spælir í landskappingini og steypakappingini heimadystirnar á Gladsaxe stadion. Teir venja í Bagsværd, og har varð dysturin týskvøldið ímóti Fremad Amager spældur.
Úrslitið var 4-4. Andrew av Fløtum var ímillum teir fyrstu ellivu hjá Fremad Amager. Hann var á vøllinum í 63 minuttir. Avloysarin var Vitus Kofoed, sum fyri tveimum árum síðani royndi seg í Gøtu, uttan at stórvegis spurdist burturúr. Tá var Vitus Kofoed FCK spælari. Síðani hevur hann verið í Brønshøj, og nú er hann so í Fremad Amager.
Andrew hevði eyðsýndan leiklut. Í fyrsta minutti sendi hann stútara dygst omanfyri tvørtræið, og tá ið støðan var 2-1 sendi hann stútara á tvørtræið. Tá ið fimm minuttir vóru eftir at fyrra umfarinum skoraði Andrew til 3-1. Fyrst spældi hann viðspælara leysan. Málverjin hálvbjargaði, og so var føroyski spælarin fyrstur á returbóltinum.