Andrew tapti

Andrew av Fløtum sat á beinkinum frá byrjan í venjinginardystinum hjá Fremad Amager ímóti Lyngby um vikuskiftið

Støðan í hálvleikinum var 0-0, og tá skifti venjarin nakrar spælarar út. Andrew var ein av teimum, sum kom á vøllin, men tað var Lyngby, sum síðani fekk hol á. Teir skoraðu tvey mál, áðrenn Fremad Amager minkaði um munin til 2-1 nakrar minuttir fyri leiklok.