Andrew spælt tveir dystir

Fremad Amager er farið undir sínar venjingardystir, og Andrew av Fløtum hevur spælt við í báðum dystunum higartil

Sunnudagin spældi Fremad Amager ímóti Skjold á heimavølli, og dysturin endaði við 1-0 sigri til Fremad Amager. Andrew av Fløtum byrjaði á vøllinum, og hann spældi í ein slakan tíma av dystinum.
Mánakvøldið var aftur dystur á skránni, og hesaferð spældi Fremad Amager ímóti næstbesta liðnum hjá Brøndby. Hesin dysturin endaði við tapi, tí Brøndby vann 2-0.
Hendan dystin sat Andrew á beinkinum frá byrjan, men hann kom á vøllin, tá ið ein tími var spældur.