Andrew spældi væl

Fremad Amager spældi leygadagin venjingardyst ímóti Herfølge, og liðið samdust um javnleik 1-1. Andrew av Fløtum byrjaði dystin á vøllinum, og hann var við í nógvum hjá Fremad Amager, til hann varð skiftur út góðar 10 minuttir fyri tíð. Andrew hevði bæði royndir sjálvur og spældi upp til aðrar, og tað einasta, sum manglaði hjá honum, var, at hann skoraði. Málið hjá Fremad Amager skoraði Martin Skov, meðan Herfølge javnaði 10 minuttir fyri tíð.
 Hóast vit bara fingu javnleik, so var hetta ein góður endi á okkara venjingardystum. Vit høvdu kjansir til at vinna dystin og gjørdu eitt mistak, tá ið teir javnaðu, men sum heild eri eg væl nøgdur við dystin, sigur venjarin Benny Johansen við heimasíðuna hjá Fremad Amager.