Undan venjingardystinum hjá Fremad Amager um vikuskiftið hevði føroyski álopsspælarin Andrew av Fløtum skorað fýra mál í tveimum dystum. Leygardagin megnaði Andrew tó ikki at skora í dystinum ímóti Hvidovre. Tað var Hvidovre, sum legði seg á odda fyri steðgin, men Fremad Amager kláraði at javna beint fyri hálvleikin við máli, sum Thomas Christensen gjørdi. Dysturin endaði 1-1.