Andrew sleppur ikki undan rættarmáli um ágang

Bretski Andrew prinsur er ákærdur fyri ágang og misnýtslu av Virginiu Giuffre, tá hon var 17 ára gomul

 

 

 

Andrew prinsur hevur roynt at sleppa undan rættarmáli um ágang og misnýtslu við at vísa til eina semju frá 2009. Hon er í dag avvíst av einum dómara í New York (Arkivfoto). - Foto: Chris Radburn/Reuters

Ein amerikanskur dómari í New York hevur í dag havnað umbønini hjá Andrew prinsi um at sleppa undan at rættarmáli um misnýtslu og ágang.

Tað vísir ein avgerð hjá rættinum.

Andrew prinsur er við eini sivilt sakarmál ákærdur av Virginiu Giuffre. Hon leggur prinsin undir at hava framt ágang og misnýtt hana, tá hon var 17 ár og stýrd av tí nú deyða fíggjarmanninum Jeffrey Epstein.

Advokatar hjá prinsinum hava hildið uppá, at Giuffre hevur frásagt sær rættin at leggja sakarkrav ímóti honum, tá hon í 2009 gjørdi eina semju við Epstein.

– Virginia Giuffre ætlaði at fríkenna fleiri einkultpersónar – teirra millum kongalig og handilsmenn, hevur Andrew Brettler, advokatur hjá prinsinum, áður sagt um semjuna.

Men teirri tulkingini hevur Lewis Kaplan, dómari, ikki verið samdur í.

Hann sigur, at áheitanin er »avvíst í øllum lutum«.

Andrew prinsur var í 2019 í eini samrøðu við bretska BBC spurdur um ákærurnar frá Virginiu Giuffre, sum áður æt Roberts til eftirnavn.

Tá legði prinsurin dent á ein smálut, at kvinnan hevði ákært hann fyri at hava sveittað illa, meðan tey bæði dansaðu saman.

– Tað er ein lítil trupulleiki við sveittanum, men tað kann ikki passa, tí eg havi eina heilsuliga líðing, sum ger, at eg sveittaði slett ikki tá (...) tí eg hevði fingið tað, sum eg vil lýsa sum ein yvirdosis av adrenalin í Falklandskrígnum, tá eg varð skotin. Tað var næstan ógjørligt hjá mær at sveitta, segði hann.

Ágangurin hjá prinsinum ímóti Giuffre, skal verða framdur í 2001 i húsinum hjá Jeffrey Epstein í New York og á privatu oyggj hansara í Caribia. Andrew prinsur var tá í hópinum kring ríkmannin.

Epstein varð í 2019 handtikin og varðhaldsfongslaður í einum umfatandi máli um misnýtslu av børnum undir lógaraldur. Men hann kom ongantíð fyri rættin.

Epstein varð funnin deyður í fongsulskliva sínum í august í 2019. Sambært rættarlæknum doyði hann fyri egnari hond.

Síðst í desember í fjør var fyrrverandi unnustan hjá Epstein og starvsfelagi Ghislaine Maxwell funnin sek í seks av sjey ákærupunktum um, at hon hjálpti honum við at útvega ungar gentur.

Tað var annars gjøgnum Ghislaine Maxwell í 1990'unum, at teir báðir Andrew prins og Jeffrey Epstein fyri hvør øðrum.

/ritzau/

 

Andrew prinsur hevur roynt at sleppa undan rættarmáli um ágang og misnýtslu við at vísa til eina semju frá 2009. Hon er í dag avvíst av einum dómara í New York (Arkivfoto). - Foto: Chris Radburn/Reuters