Andrew skoraði í stórtapi

Tað var ein torfør uppgáva, ið Fremad Amager fekk í dag, tá ið liðið skuldi á vitjan hjá Næstved. Næstved lá undan dystinum á 5.plássi, og hevur eina uppflyting at berjast fyri. Tað vórðu eisini favorittarnir, ið struku avstað við sigrinum. Heili 5-1 ljóðaði sigurin á. Føroyska ljóspunktið var tó, at Andrew av Fløtum skeyt einasta málið hjá Fremad. Andrew varð innskiftur í hálvleikinum, og tíggju minuttir seinni hevði hann sett bóltin í netið. Hinir føroyingarnir á liðnum, Jónas Tór Næs og Tem Hansen, leiktu allan dystin.