Andrew av Fløtum var aftur á blettinum hetta vikuskiftið, tá hann skoraði í útidystinum hjá Fremad Amager ímóti Køge. Andrew legði Fremad Amager fram um, tá eitt korter var eftir, men teir megnaði ikki at verja leiðsluna. Tá níti minuttir vóru farnir, fekk Køge útjavnandi málið, sum Anders Clausen skoraði.
Hetta kom illa við hjá Fremad Amager, sum roynir at elta oddaliðini. Køge lá undan dystinum fimm stig frammanfyri Fremad Amager, og við sigri høvdu teir bert verið tvey stig aftanfyri Køge, sum nú liggur á triðja plássi.
Andrew av Fløtum er toppskjútti hjá Fremad Amager við níggju málum í hesum kappingarárinum.