Andrew skoraði fyrsta málið

Men tað hjálpti ikki so nógv, tí eftir tap í botnuppgerð á heimavølli, er Fremad Amager nærri botninum, og hjá Vejle er støðan ikki stórvegis frægari

DANMARK 1. DEILD

Tað var einki serligt vikuskifti hjá tveimum av trimum føroyskum feløgum í næstbestu donsku deildini, meðan tað gekk væl hjá triðja felagnum.
Horsens og Johan B. Hansen staðfestu við sigri fremsta plássið og harvið tóku teir enn eitt fet ímóti superliguni. Síðani 1. deild fyri tólv árum síðani gjørdist til superliguna, hevur Horsens ikki verið í fína selskapinum. Har vóru teir síðst í seksti árunum. Den gule fare fra Horsens, plagdu teir at rópa seg uppá.
Horsens vann 2?0, og tað gekk útyvir Vejle, sum við Christian Høgna Jacobsen á liðnum einki mál fekk í grannastríðnum ímóti Horsens. Tað eru nýggjar tíðir í Horsens og Vejle. Danska fótbóltssøgan sigur frá Vejle sum stórliði, ið hevur vunnið fleiri DM heiti, meðan Horsens altíð hevur verið lítli beiggin í grannalagnum. Men nú eru teir omaná, og Vejle liggur undir. Sum støðan er í løtuni, so er møguleiki fyri, at hvørki Horsens ella Vejle fara at vera í næstbestu deildini næsta kappingarár. Vegurin liggur víðopin fyri Horsens í superliguna, meðan Vejle skal stríðast fyri ikki at detta niður i 2. deild!
Eisini Fremad Amager hevur hóttanina frá 2. deild at stríðast ímóti. Hesa ferð vónaðu og roknaðu teir við at fáa fult. Botnliðið úr Brønshøj vitjaði í Sundby, og teir fóru avstað við øllum stigunum. Hjalgrím Elttør og Andrew av Fløtum vóru millum teir fyrstu ellivu hjá Fremad Amager, meðan einki var at síggja til Jann Inga Petersen og John Hera Dam.
Andrew av Fløtum setti hol á, tá ið hann miðskeiðis í 1. hálvleiki sendi langskot í málið. Hjalgrím Elttør hevði tveir góðar møguleikar fyri at økja um leiðsluna, men í báðum førunum bjargaði málverjin. Í 63. og 66. minutti skoraði Brønshøj, og stutt eftir tað vóru bæði Andrew og Hjalgrím tiknir av vøllinum. Útskiftingarnar hjálptu ikki stórvegis, og eftir dystarenda staðfesti sera vónsvikin Fremad Amager venjari, at hansara lið var dumpað, bæði í hugburði og í leikliga avrikinum.