Andrew av Fløtum, sum mestsum einsamallur avgjørdi toppdystin fyri HB í gjárkvøldið, var í 2002 toppskjútti í bestu deildini við 18 málum, og nú 12 umfør eru farin í ár, er hann komin upp á átta mál.
– Tað var deiligt at skora »hat-trick« aftur, tí tað haldi eg ikki, at eg havi gjørt, síðani eg kom aftur til Føroya at spæla. Og tað var langt síðani, eg skoraði meiri enn eitt mál í einum dysti, staðfesti trífaldi málskjúttin hjá HB eftir dystin ímóti NSÍ.
Men hann hevði lítlan hug til at taka sær sjálvum heiðurin fyri málini ella sigurin, tí hann vildi nógv heldur rósa viðspælarunum:
– Eg haldi, at vengurnir hjá okkum vóru heilt ótrúliga góðir, og miðvøllurin vann eisini eina rúgvu av bóltum, segði Andrew av Fløtum, sum tó ikki var heilt nøgdur við alt.
– Sum tað tíverri er hent fyrr, sovnaðu vit eftir 3-0, og tá Hjalgrím Elttør so fekk tvey góð mál, skakaði tað okkum í eina løtu. Men eg ivaðist ikki í, at vit fóru at klára tað aftur hesa ferð, tí tað gjørdu vit jú eisini við Margáir sunnudagin.