Andrew prinsur undir trýsti í Epstein-málinum

Í dag fer ein dómstólur í New York at almannakunngera eina 13 ára gamla semju í Epstein-málinum, sum kanska kann bjarga Andrew.

 

Bretski Andrew prinsur er rættarsøktur av kvinnu, sum sigur, at hann framdi kynsligan ágang ímóti sær, tá hon var 17 ár. (Arkivfoto) - Foto: Chris Jackson/Ritzau Scanpix

Næstu dagarnir kunnu vera avgerandi fyri bretska Andrew prins, sum er saksøktur í USA í einum máli um kynsliga misnýtslu av børnum undir lógaraldur.

Málið hevur samband við gølurakta deyða ríkmannin Jeffrey Epstein.

Ein av kvinnunum, sum leggur Jeffrey Epstein undir at hava misnýtt seg, hevur lagt sivilt rættarmál ímóti Andrew Prinsi.

Kvinnan, Virginia Giuffre, sigur, at prinsurin framdir kynsligan ágang ímóti henni í 2001, tá hon var 17 ár. Kriminelli lágaldurin er 18 ár í USA.

Andrew prinsur hevur víst ákærum aftur.

Ágangurin skal vera farin fram í húsunum hjá Epstein í New York og á privatu oyggj hansara í Caribia. Andrew prinsur var tá ein partur av teimum ríkfólkunum, sum Epstein kom saman við.

Í dag fer ein dómstólur í New York at almannakunngera eina áður gjørda rættarliga semju, sum Epstein gjørdi við Giuffre í 2009, tá hann var ákærdur fyri at hava goldið fólki undir lógaraldur fyri kynsligar tænastur.

Advokatar hjá Andrew prinsi halda, at tann 13 ára gamla semjan verjir Andrew og onnur ímóti at vera saksøkt av Giuffre. Teir vóna, at semjuteksturin fær dómaran at vísa málinum móti royala bretanum frá sær.

Í morgin fer Lewis Kaplan, dómari, í New York hoyra frágreiðingarnar frá verjuadvokatunum fyri, at rættarmálið skal avvísast. Hetta rættarmálið verður umvegis video klokkan 15 okkara tíð.

Sami dómari avvísti fríggjadagin royndini hjá advokatunum hjá Andrew prinsi at steðga málinum við at vísa til, at Giuffre nú býr í Avstralia, og at málið tí ikki hoyrir heima við ein dómstól í New York.

Epstein var í 2019 handtikin og varðhaldsfongslaður í umfatandi málinum um kynsliga misnýtslu, sum varð reist ímóti honum. Men hann kom ongantíð fyri rættin. Hann var funnin deyður í fongsulskliva sínum í august 2019. Sambært rættarlæknum doyði hann fyri egnari hond.

Mikudagin var fyrrverandi unnustan hjá Epstein og samstarvsfelagi, Ghislaine Maxwell funnin sek í seks út av sjey ákærupunktum um, at hon hjálpti honum við at útvega ungar gentur til sex.

Tann dómin hava bretskir miðlar tulka sum ring tíðindi fyri Andrew prins og royndir hansara um at steðga málinum hjá Guiffres ímóti honum.

Tað var annars Maxwell, sum í 1990'unum fekk teir báðar menninar at hittast.

/ritzau/AFP

 

Bretski Andrew prinsur er rættarsøktur av kvinnu, sum sigur, at hann framdi kynsligan ágang ímóti sær, tá hon var 17 ár. (Arkivfoto) - Foto: Chris Jackson/Ritzau Scanpix