Ein kvinna, Virginia Roberts Giuffre, hevur nú latið inn eina stevning móti Andrew prinsi í Bretlandi. Talan er um ákærur, har prinsurin skal hava forbrotið seg ímóti henni kynsliga.
Kvinnan er eisini eitt av offrunum eftir deyða ríkmannin, Jeffrey Epstein.
Málið hjá Virginia Roberts Giuffre, sum er eitt sonevnt sivilt mál, skal nú roynast í einum samveldisdómstóli í New York.
Kvinnan hevur áður givið til kennar, at hon hevði kynsliga samveru við Andrew prins fyri pengar.
Sambært kvinnuni skal Andres prinsur hava gjørt seg inn á hana á ognini hjá Jeffrey Epstein á Manhattan og aðrastaðni, tá hon var 17 ára gomul.
Rættarmálið kemur nú tvey ár eftir, at Jeffrey Epstein doyði, meðan hann sat varðhaldsfongslaður í New York, har hann varð skuldsettur fyri handil við menniskjum og kynsligan ágang móti gentum undir lágaldurin.
Málið kemur eisini bert fáar dagar fyri, at ein lóg í New York gongur út. Lógin loyvir offrum fyri kynsligum ágangi í barnaárum at taka sivil stig í málum, sum annars høvdu verið fyrnað.
- Um Virginia Roberts Giuffre ikki reisir máið nú, loyvir hon Andrew prinsi at sleppa undan at taka ábyrgd av tí, hann hevur gjørt, sigur sakførari hennara, David Boies, við útlendskar miðlar.