Andrew og teir á toppinum

Tveir føroyingar vóru á Frem liðnum, sum leið óneyðugt tap, og Lyngby vann enn eina ferð

Jón Rói Jacobsen og liðfelagarnir í Frem høvdu sunnudagin vitjan av Køge. Gestirnir fóru avstað aftur við øllum stigunum. Teir vunnu 2-1, eftir at Frem leingi hevði verið á odda við málinum, sum teir skoraðu stutt undan steðginum.
Jón Rói Jacobsen var í miðverjuni, og hann hevði eftir fimm minuttir góðan stútara eftir horna, men málverjin bjargaði. Køge javnaði, tá ið tað restaðu tólv minuttir, og sjey minutti fyri leiklok skoraðu teir sigursmálið. Jón Rói var alla tíðina á sínum fasta miðverjuplássi. Gunnar Nielsen var allar 90 minuttirnar eykamálverji, og tá ið tað restaðu fimm minuttir, var Jónas Þór Næs settur inn á Frem liðið.
Í Ølstykke vunnu Christian Lamhauge Holst og Lyngby 3-0 á heimaliðnum. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin var ikki millum málskjúttarnar.
Fremad Amager vann fríggjakvøldið 3-1 á Eysturbrúgv móti Skjold. Andrew av Fløtum var á vøllinum alla tíðina. Hesa ferð var hann ikki millum málskjúttarnar. Síðsta málið var skorað, eftir at málverjin hevði hálvbjargað skoti hjá Andrew av Fløtum av brotsteigarmarkinum.
Fremad Amager sigurin ber við sær, at amagerikanska liðið nú telist millum oddaliðini. Enn er kappingin bara trý umfør gomul, men tað er undir øllum umstøðum hugaligt hjá teimum ás Amager at droyma um, at nú fer kanska stóri og gamli superligu dreymurin hjá teimum á fløtu oynni at gerast veruleiki.
Sunnudagin fer Lyngby at fáa vitjan av Frem.