Fremad Amager spældi leygarmorgunin fyrsta venjingardystin í fyrireikingini til nýggja kappingarárið í Danmark, sum byrjar um tríggjar vikur. Fremad Amager vitjaði hjá AaB í Aalborg, og dysturin endaði við stórsigri til AaB, sum spælir í eini deild hægri enn Fremad Amager. AaB vann dystin 5-0. Hvørgin av teimum føroysku spælararunum í AaB vóru við í dystinum, tí teir eru skaddir. Andrew av Fløtum var ein av spælarunum, sum spældi fyri AaB í hesum dystinum. Tá ið tað manglaðu 11 minuttir av dystinum, var AaB frammanfyri 2-0, men seinatu løtuna skoraðu teir tríggjar ferðir afturat.