Andrew og teir taptu

Andrew av Fløtum spældi allar 90 minuttirnar, tá ið Fremad Amager í gjár spældi ímóti Vejle á útivølli. Bert eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði Vejle eftir 10 minuttir. Seint í dystinum fekk Fremad Amager vístan ein mann av vøllinum. Millum spælararnar hjá Vejle var Ulrik Balling, sum fyri nøkrum árum síðani spældi eitt styttri skifti í NSÍ. Meðan Fremad Amager liggur mitt á stigatalvuni í donsku 1. deild, er Vejle við í stríðnum um uppflyting til superliguna.