Andrew nærkast HB

Nógv bendir á, at Andrew av Fløtum komandi ár aftur verður at síggja í reyðu og svørtu strípunum hjá HB.

Tað er einki dulsmál, at nú Rógvi Jacobsen frá komandi kappingarár fer at leika við íslendska KR, missur álopið hjá HB ein sera týðandi leikara. Men maður kemur í mans stað, verður ofta sagt, og hetta tykist so sanniliga eisini verða galdandi í HB. Herfyri kunngjørdi havnarfelagið, at tað hevði gjørt tvey-ára sáttmála við Tór-Ingar Akselsen, og nú ljóðar fyri vist, at landsliðsleikarin Andrew av Fløtum eisini verður at síggja á HB-liðnum komandi kappingarár.

Tosa javnan saman
Stjórin í Havnar Fótbóltur, ið er partafelagið aftan fyri 1. lið hjá HB, Steinfinn Mittelstein, sigur, at teir sjálvsagt fegnir vilja hava Andrew aftur, men enn eru ongar ítøkiligar samráðingar millum HB og Andrew. Hann sigur tó, at felagið javnan tosar við Andrew, sum hevur sáttmála við danska felagið hjá sær, Fremad Amager, fram til á nýggárinum.
Tað hevur ljóðað fyri vist, at Andrew ætlar sær aftur til Føroyar, tá ið sáttmáli hansara við Fremad Amager gongur út á nýggjárinum, men Steinfinn Mittelstein er ikki heilt samdur í hesum. Hann sigur, at um Andrew fær bjóðað ein nýggjan og góðan sáttmála frá Fremad Amager ella onkrum øðrum donskum felagi, er ikki óhugsandi, at vandamikli framherjin verður verandi á flatlondum. Tó sigur stjórin í Havnar Fótbóltur, at kemur Andrew aftur til Føroya, so væntar hann heilt sikkurt, at Andrew aftur fer at spæla í HB.
Andrew á Fløtum hevur spælt 163 dystir í HB-troyggjuni, og hann hevur skorað ikki færri enn 84 mál fyri havnarfelagið.