Andrew millum málskjúttarnar

Málskjúttin var einsamallur føroyingur millum teir fyrstu ellivu, tá ið Fremad Amager smurdi Vejle av, og í Frem, sum vann 4-2 á útivølli, varð Jón Rói Jacobsen roknaður sum ein tann stinnasti

Sum í Føroyum so er tað í Danmark stórur munur á at spæla í bestu og næstbestu deildini. Eftir tvey tey fyrstu umførini eru tey bæði feløgini, sum fyrr í summar fluttu niður, á tveimum av teimum ovastu plássunum.
            Frem, sum aftur hesa ferð hevði Jón Róa Jacobsen í miðverjuni, vann 4-2 í Nykøbing. Tað gjørdu teir, hóast teir, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamalur, mistu ein mann, sum varð útvístur orsaka av neyðbremsu. Í sama sambandi skoraði heimaliðið til 2-2 upp á brotsspark. Hóast teir vóru undirmannaðir, megnaði Frem at skjóta tvey mál afturat. Aftur hesa ferð varð sagt, at Jón Rói Jacobsen var millum teir mest eyðsýndu hjá Frem. Gunnar Nielsen var eykamálverji.
            Hitt niðurflytaraliðið er AB. Teir høvdu vitjan av Fredericia, sum tapti 2-1. Teir báðir niðurflytararnir hava framvegis fult stigatal.
            Í fyrsta umfarinum var tað vónbrot hjá Fremad Amager, at teir taptu tepurt á útivølli á Eysturbrúgv. Hesa ferð vóru teir á heimavølli. Kortini ikki á vanliga heimavøllinum, har teir hava spælt fyrrapart sunnudagar í so ógvuliga langa tíð. Sundby Idrætspark er í løtuni eitt byggipláss. Tí er heimavøllurin hjá Fremad Amager fyribils fluttur longur út á Amager. Á Tårnby stadion vann Fremad Amager 4-0 á Vejle.
            Støðan í steðginum var 1-0. Fyrsta málið stútaði Andrew av Fløtum í 6. minutti, eftir at hornasparkssending var komin innfyri. Andrew var í øðrum av álopsplássunum, og hann var einasti føroyingurin millum teir fyrstu ellivu. Einki var at síggja til Hjalgrím Elttør. Jann Ingi Petersen kom á vøllin, tá ið tað restaðu nítjan minuttir. Tá var støðan 3-0.
            Horsens og Johan Byrial Hansen taptu 2-1 á heimavølli ímóti SønderjyskE, og Brønshøj hevur framvegis einki stig. Teir taptu 4-3 á heimavølli ímóti HIK, sum er nýtt felag í deildini. Tað er Dalum eisini, og eisini hjá teimum hevur tað higartil ikki eydnast at fingið nakað burturúr. Hesa ferð taptu teir á heimavølli 3-1 ímóti Skjold, sum hevur vunnið báðu ferðirnar. Mitt í vikuni endaði tað 1-1, tá ið Ølstykke vitjaði B93.            Køge spældi fyri einum stórum ári síðani í bestu deildini. Í sjeyti árunum var Næstved í bestu deildini. Síðani hava teir verið heilt á botninum og vent. Nú royna teir seg aftur í næstbestu deildini. Hjá Køge var tað vónbrot, meðan gestirnir vóru fegnir um úrslitið, sum var 2-2.