Andrew í miðdeplinum

Meðan tað tykist vera torført hjá Hjalgrími og Jann Inga at vinna sær fast pláss, so styrkti Andrew av Fløtum sunnudagin um sína støðu í Fremad Amager

DANMARK 1. DEILD

Andrew av Fløtum tykist rættuliga hava funnið stevið í næstbestu donsku deildini. Tá ið Fremad Amager sunnudagin var á Eysturbrúgv og spældi ímóti B93, var Andrew av Fløtum tann einasti av føroyingurin, sum venjarin vísti álit frá fyrsta bríksli, og Andrew megnaði væl og virðiliga at gera tað, sum tað kann roknast við.
Tað eydnaðist ikki illa sperda Fremad at fáa meiri enn eitt stig burturúr. Úrslitið var 2?2, og hóast hann ikki skoraði, so átti Andrew av Fløtum sín stóra lut í báðum málunum. B93 legði seg á odda í 21. minutti, og í 46. minutti, tá ið Fremad spælararnir ikki høvdu funnið út av, at hvíldin var av, skoraðu teir til 2?1.
Í 28. minutti javnaði Fremad Amager. Málið fingu teir við beinleiðis frísparki, sum varð dømt, tí Andrew av Fløtum varð feldur. Í 55. minutti javnaði Fremad Amager til 2?2. Thomas Myssing stútaði málið, eftir at Andrew av Fløtum hevði sent innfyri.
Jann Ingi Petersen varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Tíggju minuttir seinni kom Hjalgrím Elttør á vøllin. Hann loysti Andrew av Fløtum av. Sambært heimasíðuni hjá Fremad Amager var Andrew skiftur út, tí hann orduliga var farin at møðast.

Eingin í Vejle
Tað gongst illa hjá Vejle. Ian Højgaard var ikki í ferðalagnum í Haderslev, og tað var Christian Høgni Jacobsen heldur ikki. Hann er skaddur. Heimaliðið vann 1?0. Málið fingu teir, tá ið tað restaði eitt korter.
Vejle og Fremad Amager hava bæði fimtan stig og eru dygst omanfyri niðurflytingar strikuna. Sønderjyske, sum heimaliðið í Haderslev nú verður nevnt, hevur við góðum úrslitum í vár, fingið um endan í oddastríðnum, har teir eru á fjórða plássinum, fýra stig frá næstovasta plássinum.
Horsens er framvegis fremst. Men nú er stígur komin í hjá teimum. Johan B. Hansen og liðfelagarnir høvdu vitjan av samansetta liðnum á Lollandi og Falster. NFA vann 1?0. Hetta var annað tapið á rað hjá Horsens.