Andrew longt við Fremad Amager

Føroyski landsliðsframherjin Andrew av Fløtum undirskrivaði í gjáramorgunin undir ein nýggjan sáttmála við Fremad Amager.

Tíðliga fríggjamorgunin skrivaði føroyski landsliðsframherjin Andrew av Fløtum undir ein nýggjan eitt-ára sáttmála við Fremad Amager. Gamli sáttmálin hjá Andrew gekk út 1. desembur, og nýggi sáttmálin er tí galdandi frá tí degi og eitt ár fram.

Venjarin vildi hava Andrew at halda fram
Tað er Jákup í Stórustovu, umboðsmaður hjá Andrew av Fløtum, sum vegna føroyska leikaran hevur samráðst við Fremad Amager um nýggja sáttmálan hjá Andrew. Hann sigur, at tað var eitt ynski hjá venjaranum hjá Fremad Amager, Benny Johansen, at Andrew skuldi halda fram í felagnum. Harvið er Andrew tann einasti av teimum trimum føroyingunum sum fyri góðum ári síðani fóru til Fremad Amager at royna seg um yrkisleikara, ið heldur fram í felagnum komandi ár, eftir at bæði Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør hava valt at koma aftur til Føroya.
Við nýggja sáttmálanum hjá Andrew sær tað nú eisini út til, at talan vónandi verður um eina føroyska uppgerð í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini, tá ið Fremad Amager skal dystast við Toda Jónsson og FC Keypmannahavn í Parkini komandi vár.