Andrew lagt HB á odda

Eftir at ÍF annars legði seg á odda, hevur HB nú veruliga tikið yvir.

Teir hava havt eitt støðugt trýst, síðani Christian Høgni Jacobsen skeyt HB upp á 1-1, og fleiri ferðir hevur talan verið um góðar møguleikar.

Og nú hevur Andrew av Fløtum so lagt vertirnar framum, eftir at Páll Mohr Joensen átti flott forarbeiði.