Tað kom heldur óvart á Andrew av Fløtum, tá hann um døgurðaleitið týsdagin varð uppringdur av aðalskrivaranum í Fótbóltssambandinum, sum gav honum landsliðsboðini.
Fegin um møguleikan
Sjálvur sigur Andrew, at hann varð nóg so bilsin um um, at hann nú fekk møguleikan.
- Eg hevði ikki roknað við, at hetta fór at koma so knappliga, men talan hevur verið um fleiri avboð, og so havi eg helst verið næstur í røðini.
Hóast tað so hesu ferð er líkt til, at hann er komin við upp á avboð, so verður hetta ikki seinastu ferð, at hann verður í hópinum hjá Allani Simonsen. Í øllum førum ikki, um tað stendur upp til Andrew sjálvan.
- Nei, er tað upp til mín, so verður tað avgjørt ikki seinastu ferð. Eg rokni ikki við, at talan verður um nakra spælitíð, tí Uni og Kurt mugu metast sum fremsta val til álopssessirnar. Hinvegin fái eg nú møguleika at vísa, hvat eg standi fyri, tá vant verður, og bara hetta er nakað nýtt fyri meg, tí eg havi ongantíð verið til nakra landsliðsvenjing fyrr.
Tá vit týskvøldið prátaðu við Andrew, var hann enn ikki farin at pakka sær taskuna, men spentur var hann kortini.
- Tað man ikki vera tað stóra, sum skal pakkast, men eg havi so funnið mær passið fram. Eg eri tó sjálvsagt sera spentur at sleppa avstað, tí sum sagt, so er hetta nakað spildurnýtt hjá mær, sigur Andrew.
Ikki heilt óvæntað
At Andew nú hevur fingið landsliðsboð, kemur kanska minni óvart á fleiri, sum hava fylgt við í landskappingini hetta árið, enn tað tykist at gera hjá leikaranum sjálvum.
Í mun til tey bæði undanfarnu árini, sum hann hevur leikt í fyrstu deild, hevur hann so at siga verið skaðafríur hetta árið, og hetta hevur eisini merkt venjingarstøðu hansara. Avrikini hava verið nógv meira jøvn, og líkt hevur eisini verið til, at hann í nógv størri mun hevur tikið ábyrgd á seg, nú hann at kalla er vorðin frontfigurir í HB-álopinum.
Um hetta sigur Andrew sjálvur, at tað møguliga er nakað um tosið.
- Í øllum førum havi eg verið í nógv betri venjing í ár, tí eg eri sloppin undan skaðum. So er bara at vóna, at eg komandi ár kann verða í betri venjing frá kappingarársbyrjan, sigur 21 ára gamli álopsleikarin at enda.