Andrew av Fløtum fer eisini næsta árið at spæla fyri danska felagið Fremad Amager, sum spælir í næstbestu donsku deildini.
- Eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum við teir, men eg hevði møguleikan at sleppa leysur av sáttmálanum, um eg fór heim til Føroya at spæla, sigur Andrew av Fløtum.
- Eg havi hugsað um møguleikan at fara heim at spæla aftur, men eg havi so líðandi tikið avgerðina um, at eg verði verðandi í Danmark og taki í øllum førum eitt kappingarár afturat her, sigur hann.
Spæla ímóti AaB
Hósdagin var fyrsta venjingin hjá Fremad Amager, og vant verður dúgliga næstu vikurnar, tí danska 1. deild byrjar longu um tríggjar vikur.
Fremad Amager fer um vikuskiftið til Jútlands á ferð. Leygarmorgunin skulu Andrew og teir spæla venjingardyst ímóti AaB, har Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen spæla.
Seinni verða eisini aðrir venjingardystir millum annað ímóti donsku meistarunum í FCK.