Andrew gjørdi tvey mál

Andrew av Fløtum gjørdi rættiliga vart við seg í venjingardysti hjá Fremad Amager um vikuskiftið. Fremad Amager spældi ímóti næstbesta liðnum hjá FCK, og liðið av Amager vann dystin 3-1. FCK kom á odda 1-0, men so skoraði Fremad Amager tríggjar ferðir. Andrew av Fløtum spældi í álopinum, og hann javnaði til 1-1, áðrenn hann so skoraði til 2-1. Tá ið støðan var blivin 3-1, var Andrew skiftur út.