Andrew fekk stigini til HB

Toppskjútin frá í fjør skeyt hat-trick, tá loksins vann landskappngardyst á Eiðinum, men havnarmennninir mundur eisini prísa sær lukkuliga fyri Bárð Johannesen, sum aftur stóð ein branddyst

Fótbóltur

HB hevði ikki vunnið í Vági síðani 1991. Somikið døpur vóru hagtølini hjá føroyameistarunum tá teir leygarkvøldið løgdu leiðina til Vágs. Eisini hóast HB nú hevði Rúna Nolsøe við eftir skaða, og hóast VB enn ikki hevði vunnið landskappingardyst í ár. Tí tað hevur onkun tíð áður verið støðan, uttan at hetta tó hevur hjálpt HB har suðuri.

VB-trýst og HB-mál
Men alt var øðrvísi hesaferð. Kanska var tað ikki so øgiliga nógv spælið, sum var øðrvísi. Bæði liðini royndu í hvør sínum lagi at trýsta, men tað var ikki tað heilt stóra, sum varð skapt av møguleikum fyrstu løtuna. Kanska var tað VB, sum hevði yvirvágina, men kortini vóru tað gestirnir, sum løgdu seg framum, tá knappir 10 minuttir vóru leiktir. Rógvi Jacobsen longdi innkast úr høgru, og tó at Andrew stóð við rygginum til málið, so fekk hann bæði tíð og pláss at snara sær á, áðrenn bólturin varð høgdur upp í málið, og so var frøði á gestunum.
Frøðin gjørdist ikki minni, tá sami Andrew av Fløtum um miðjan hálvleikin økti til 2-0. Hesa ferð kom uppleggið úr vinstru, har Tór-Ingar Akselsen slapp sær avstað. Hann sendi eitt hart og gott innlegg móti málinum, og har var Andrew av Fløtum aftur á staðnum, og við einum góðum stútara kundi hann økja um leiðsluna.
Millum hesi bæði málini hevði Bárður Johannesen nýtt høvið at sýna, at hann veruliga er um at finna stórformin. Seinasta vikuskifti var hann av álvara við til at punktera EB/Streym, tá hann tók sær av einum brotssparki, og hetta kynstrið endurtók hann sunnudagin. Hesa ferð var skjúttin Birgir Jørgensen, men tað órógvaði ikki HB-málverjan, sum í stórum stíli fekk beint tann vandan av vegnum, og sama skili var løtu seinni, tá vágbingar royndu seg við góðum langskoti.

Stríðið gav bonus
VB hevði tó við hesum sent HB nakrar ávaringar, og fyri mong mundi tað bara tykjast sum ein spurningur um tíð, áðrenn vágbingar javnaðu leiðsluna hjá gestunum, og 10 minuttir fyri hálvleik fingu teir løn fyri stríðið. Birgir Jørgensen varð sendur avstað í høgra álopsborði. Bólturin varð sendir inn í HB brotsteigin. Úr vinstru kom Palli Augustinussen stormandi, og við einum góðum skoti sendi hann bóltin inn við nærmasta stólpa.
Málið gav av álvara VB trúnna uppá, at tað kundi bera til at basa HB, og í seinna hálvleiki løgdu teir hart fyri. Roytn varð at trýsta HB aftur eftir hæli, og longu eftir góðum fimm minuttum stóð á jøvnum. Birgir og Palli býttu nú um leiklut. Palli slapp sær avstað í vinstra borði, og tá hann sendi innfyri, stóð Birgir við handara stólpa og stútaði bóltin inn.
Ivaleyst vóru tað nú vágbingarnir, sum høvdu sálarliga fyrimunin, men hóast hetta, so varð ferðin nú sett nakað niður. Kanska eisini tí VB hevði nýtt nógva orku til at koma innaftur í dystin, og tískil ikki vildu satsa alt ov nógv í royndunum at toga øll stigini til sín. HB hinvegin tóktist heldur ikki at vilja flyta alt ov nógv fólk niðan eftir vøllinum, og meira enn í fyrra hálvleiki gjørdist talan nú um eitt talv, har báðir partar ansaðu eftir ikki at selja seg og nógv.
Hetta merkti tó á ongan hátt, at nakar av poørtunum tók sær av løttum. Intensiteturin í nærdystunum á miðvøllinum var framhaldandi stórur, men so hvørt sum minuttirnir gingu, líktist tað alt meira einum javnleiki. Einum javnleiki, sum altso ikki fekk vent hagtølunum hjá HB í nakran serliga mun, og sum hinvegin heldur ikki gav heimaliðnum tey trý stigini, sum teir so harðliga høvdu brúk fyri.
Men Andrew vildi tað øðrvísi. Bert tríggir minuttir vóru eftir at leika, tá hann aftur var rætti maðurin á rætta staðnum. Aftur hesa ferð kom uppleggið frá Tór-Ingar, sum streyk avstað í vinstru. Innleggið fann vegin fram til innskifta Rók F. Jespersen. Bjarni Johansen hálvbjargaði fyrstu royndini, men bólturin støkk útaftur til Andrew, sum kundi leggja bóltin í tóma málið, og so var sigurin hjá HB veruleiki.

Týdningurin
Og kanska meira enn nakað annað, so var sigurin samstundis ein ábending til hini níggju liðini um, at HB so avgjørt ikki hevur ætlanir um at geva meistaraheitið frá sær við góðum.
Nú triðingurin av landskappingini er farin aftur um bak, hevur HB trý stig niður til næstu kappingarneytarnar, og tá skal havast í huga, at henda leiðsla er skapt undir øllum øðrum enn góðum fortreytum. Við trimum av meira ella minni føstu leikarunum á langtíðar-skaðalistanum hevur Frank Skytte verið noyddur at umskipað liðið í mun til ætlaðu ideal-uppstillingina, men hóast hetta, so eru stigini framhaldandi komin inn á kontina, og nú neyðuga hepnið eisini tykist fylgja liðnum, kann væl verða, at HB fer at vísa seg sum sera tungur biti hjá hinum liðunum.
Hjá VB er eitt sindur øðrvísi statt. Ónda ringrásin hjá liðnum tykist nú veruliga hava fingið fastatøkur, og seinastu dystirnir hava víst seg sum slíkir, sum eru typiskir fyri lið í tunga endanum. Har er tað ofta ómetaliga tungt at venda gongdini, og nú øll hini liðini tykjast taka stig, gerst mótburðurin alsamt tyngri at vinna á. Tað er eisini væl hugsandi, at komandi dysturin verður ein sannur lagnudystur hjá VB. Tá kemur Skála á vitjan á Eiðinum, og hetta kann lættliga gerast dysturin, sum antin sendir VB upp frá botninum, ella sum so ruddiliga staðfestur, at árið í ár á ongan hátt skal verða teirra.

Dysturin í tølum
VB-HB 2-3 (1-2)
0-1: Andrew av Fløtum, 9
0-2: Andrew av Fløtum, 25
1-2: Pali Augustinussen, 34
2-2: Birgir Jørgensen, 51
2-3: Andrew av Fløtum, 87
Dómari : Suni Johansen

VB: Bjarni Johansen ? Dejan Nicolic, Eyðun Jacobsen, Michael í Lágabø ? Mortan í Hørg, Slobodan Madzar, Dan Djurhuus, Milan Kulic, Palli Augustinussen ? Birgir Jørgensen, Predrag Zivkovic
HB: Bárður Johannesen ? Hallur Danielsen, Eli Thorsteinsson, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Rógvi Jacobsen, Tór-Ingar Akselsen ? Karsten From, Andrew av Fløtum