Andrew er komin fyri seg

Eftir at hann hevur verið skaddur alt hetta kappingarárið tykist føroyski álopsspælarin í Fremad Amager, Andrew av Fløtum, at vera komin fyri seg aftur.
Leygardagin var Fremad Amager í Århus og spældi ímóti Barbrand. Úrslitið var 2-0 til Fremad Amager. Hetta var fyrsta stiga úrtøkan hjá Fremad Amager í langa tíð. Eftir fína byrjan upp á kappingarárið hevði Fremad Amger einki fingið burturúr seks teimum seinastu dystunum, áðrenn teir hittu Brabrand.
Andrew av Fløtum hevði undan vikuskiftinum fingið eitt sindur av dystarvenjing á næstbesta liðnum. Leygardagin varð føroyski spælarin skiftur inn í Fremad Amager álopið, tá ið tað restaði eitt korter. Fremad Amager skoraði tíðliga í 1. hálvleiki, og sigurin varð staðfestur, tá ið tað restaðu sjey minuttir.